Set eitt merki inn
Fyri at seta eitt staðarmerki inn:
1. Vel amboðið Set merki ovast á valmyndarbjálkanum til høgru.
2. Merkjasavnið kemur fram. Vel og trýst á eitt merki úr savninum.
3. Pílamúsarvísarin verður broyttur til merkið sum varð valt. Ein hvítur snúningskassi kemur fram ovast til vinstru.
Fyri at stilla snúningin á staðarmerkinum:
1. flyt músina yvir snúningskassan
2. trýst og drag svarta sirkulin rundan um gráa sirkulin eftir tørvi
4. Tá kósini á staðarmerkinum er ásett, flyt vísaran til ætlaða staðið á kortinum og trýst eina ferð fyri at seta merkið. Ein samrøðukassi kemur fram.
5. Skriva dátur í teigarnar ella lat teir standa tómar. Trýst á Goym tá tað er liðugt.
Flyt eitt staðarmerki
Fyri at flyta eitt staðarmerki:
1. Vel amboðið Rætta yvirløg frá ovasta valmyndarbjálka til vinstru.
2. Trýst og drag merkið til ætlaða staðið.
Strika eitt staðarmerki
Fyri at strika eitt staðarmerki:
1. Vel Viskilæður-amboðið á ovasta valmyndarbjálkanum.
2. Trýst eina ferð á staðarmerkið fyri at strika.







